Onki úrslit

Útbúgving innan heilsølu og smásølu

Yrkisrættað nám

Útbúgving innan heilsølu og smásølu

Útbúgvingin, ið tekur 4 ár, er skipað í verkliga læru á góðkendum arbeiðsplássi og skúlagongd. Skúlagongdin er grundskeið, ið er FHS yrkisnám, og tekur eitt ár, og høvuðsskeið, ið tekur 7 vikur, íroknað yrkisroynd, ið er eina viku. Høvuðsskeiðið, ið er 6 vikur, hevur hesar lærugreinir:

  1. Handil og amboð
  2. Handilsrakstur
  3. Handilsbúskapur
  4. Átøk og dekoratión
  5. Háttalæra

Innihaldið í lærugreinunum er lýst í námsætlan fyri hvørja lærugrein. Innihaldið í verkligu læruni, ið er knøpp trý ár, er lýst í námsskipan fyri útbúgvingina.

við 9./10. floksprógvi – 4 ára lærutíð

Útbúgvingin tekur 4 ár, tá tú hevur 9./10. floksprógv.

Hon er lutað sundur í verkliga læru og skúlagongd.

Skúlangongdin er skipað í eitt grundskeið og eitt høvuðsskeið. Skúlagongdin verður løgd til rættis í samstarvið við útbúgvingarstaðið.

Grundskeiðið svarar til FHS og vanliga taka lærlingar tvær til tríggjar lærugreinar hvørt skúlaár.

Høvuðsskeiðið fevnir um hesar lærugreinarnar:

  1. Handil og amboð
  2. Handilsrakstur
  3. Handilsbúskapur
  4. Átøk og visuel marknaðarførsla
  5. Háttalæra og yrkisroynd

 

Við FHS – 3 ára lærutíð

Útbúgvingin tekur 3 ár, tá tú hevur lokið FHS.

Hon er lutað sundur í verkliga læru og skúlagongd.

Skúlangongdin er skipað í eitt høvuðsskeið.

Høvuðsskeiðið fevnir um hesar lærugreinarnar:

  1. Handil og amboð
  2. Handilsrakstur
  3. Handilsbúskapur
  4. Átøk og visuel marknaðarførsla
  5. Háttalæra og yrkisroynd
við miðnámsprógvi ( undantikið búskaparmiðnámsprógvi) – 2 1/2 ára lærutíð

Útbúgvingin tekur 2 1/2 ár, tá tú hevur miðnámsprógv (undantikið búskaparmiðnámsprógv).

Hon er lutað sundur í verkliga læru og skúlagongd.

Skúlangongdin er skipað í eitt høvuðsskeið.

Høvuðsskeiðið fevnir um hesar lærugreinarnar:

  1. Handil og amboð
  2. Handilsrakstur
  3. Handilsbúskapur
  4. Átøk og visuel marknaðarførsla
  5. Háttalæra og yrkisroynd

Harumframt tekur tú kjarnuhandilslærugreinarnar: sølubúskap, virkisbúskap, kunningtøkni og eina vallærugrein.

 

Við búskaparmiðnámsprógvi – 2 ára lærutíð

Útbúgvingin tekur 2 ár tá tú hevur búskaparmiðnámsprógv.

Hon er lutað sundur í verkliga læru og skúlagongd.

Skúlangongdin er skipað í eitt høvuðsskeið.

Høvuðsskeiðið fevnir um hesar lærugreinarnar:

  1. Handil og amboð
  2. Handilsrakstur
  3. Handilsbúskapur
  4. Átøk og visuel marknaðarførsla
  5. Háttalæra og yrkisroynd
FRAMTÍÐAR MØGULEIKAR

Handilsútbúgving innan heilsølu og smásølu gevur á Glasi atgongd til:

  • akademiútbúgvingina. Les meira um akademiútbúgvingina her.
  • marknaðarførslubúskap, um tú hevur enskt á C stigi og antin støddfrøði ella virkisbúskap á B stigi. Les meira um marknaðarførslubúskap her.
  • fíggjarbúskap, um tú hevur enskt á C stigi og antin støddfrøði ella virkisbúskap/vinnubúskap á B stigi. Les meira um fíggjarbúskap her.
  • umframt eina røð av øðrum yrkisakademiútbúgvingum. Vitja uddannelsesguiden hjá danska Útbúgvingarráðnum her fyri at fáa nærri kunning.