Autismuflokkur

Gymnasialt miðnám

Yvirlit yvir útbúgving

AUTISMUFLOKKUR – EIN FÝRA ÁRA MIÐNÁMSÚTBÚGVING

Hetta er eitt skúlatilboð til ung, sum hava eina diagnosu innan autismuspektrummið. Vanligu upptøkukrøvini til miðnám eru galdandi fyri autismuflokkin. Eyðkennið við autismuflokkinum er, at floksundirvísingin er serliga skipað og fer fram í flokki við munandi færri næmingum, enn í vanligu flokkunum.

Um Autismubreytina

Endamálið við autismuflokkinum er at skapa so góðar umstøður sum gjørligt fyri einstaka næmingin, sum vegna diagnosu hevur torført við at ganga í vanligum flokki. Fyri at tryggja, at næmingarnir hava umstøður at læra og samstundis fáa eitt prógv, sum lýkur øll formligu krøv, ganga teir á leið tíggju næmingarnir, sum eru í hvørjum autismuflokki, á einari felags breyt, sum tekur fýra ár. Hetta eina árið, sum er lagt afturat teimum trimum árunum, ein miðnámsútbúgving

eftir breytaskipanini vanliga tekur, kemst av, at skúlating eru løgd inn í tímatalvuna. Á fyriskipaðum
lektiucaféum gera næmingarnir skrivligar uppgávur og onnur skúlating.

Longdin á útbúgvingini og lága næmingatalið í hvørjum flokki ger, at næmingarnir ikki frítt kunnu velja millum tær fýra gymnasialu breytirnar. Frælsið er tó at velja nakrar vallærugreinar alt eftir áhuga og førleikum. Ávísar treytir eru við vallærugreinavalinum, fyri at vissa er um, at prógvið lýkur formligu krøvini á breytini. Lestrarvegleiðingin á Glasi kunnar um hesar treytir, tá tíðin nærkast at velja. Við einum prógvi frá autismuflokki hevur tú ognað tær førleika at søkja inn á ymsar hægri lærustovnar.

Les meira