Yvirlit yvir útbúgving
Bilsmiðútbúgvingin er ein sera breið, spennandi og avbjóðandi útbúgving. Breið, tí alskyns tøkni er samla í einum akfari. Spennnandi, tí tøkniliga verður tú væl ílætin og fer at kenna tøknina aftur, bæði á sjógvi og á landi. Avbjóðandi, tí tú lærir nógva ymiska tøkni, og ikki minst, tí tøknin mennist alsamt.
Tú fært meira at vita um útbúgvingina við at lesa bilkunngerðina her
Eisini ert tú vælkomin at venda tær til lestrarvegleiðing skúlans á lv@glasir.fo.
Tú kanst byrja á bilbreytini við ella uttan lærupláss
Her greiðir Eliesar frá um útbúgvingina: