Yvirlit yvir útbúgving

Um Búskaparbreytina

Hevur tú áhuga fyri búskapi og vinnu? Ella hevur tú ein íverksetara í búkinum? So er búskaparbreytin rætta valið. Her verður dentur lagdur á vinnulig, búskaparlig og samfelagslig evni. Tú fært innlit í roknskap, marknaðarføring, samfelagsbúskap, og hvussu tú fert undir egið virki. Undirvísingin strembar eftir at viðgera aktuel evni og spurdómar, sum hava við samfelag og vinnulív at gera. Samstundis viðgera vit samfelagslig viðurskifti í størri høpi: hvussu kann tilfeingið nýtast burðardygt? Hvussu hongur globaliseraði heimurin saman? Hvussu ávirka broytingartíðir vinnulív og vinnumøguleikar?

Virkisbúskapur, sølubúskapur, vinnulívsrættur og altjóða búskapur eru millum tær merkantilu lærugreinirnar, sum eyðkenna breytina. Samstundis er búskaprabreytin tann av breytunum, sum gevur tær størsta møguleikan at seta saman tína egnu útbúgving, har valmøguleikarnir eru størstir. Við at sameina handilsskap við lærugreinar, sum tú velur, gevur búskaparbreytin møguleika fyri víðari lestri á flestu hægri útbúgvingum innan búskap, samfelagsvísindi, verkfrøði og læknavísindi.