Yvirlit yvir útbúgving
Elbreytin er yrkisútbúgving innan el. Elektrikarin arbeiðir við innlegging av sterk- og veikstreymi í t.d. sethús, skrivstovur, virki, skúlar og í skip. Hetta kann fevna um ljós, hita, motorar, elektroniskar stýringar til flutningsskipanir og framleiðslueindir. Eisini fæst elinnleggjarin við tele-, teldu- og antennuinnleggingar og forritan av elektroniskum stýringum.
Tú fært meira at vita um útbúgvingina við at lesa elkunngerðina her
Eisini ert tú vælkomin at venda tær til lestrarvegleiðing skúlans á lv@glasir.fo.
Møguleiki er at byrja á elbreytini við ella uttan lærupláss