Onki úrslit

Fyrireikingarbreyt

Gymnasialt miðnám

Fyrireikingarbreyt

Fyrireikingarbreytin er ein tvey ára gymnasial útbúgving, sum serliga er ætlað tær, ið hevur havt ein steðg frá skúlanum, men sum nú ert til reiðar at fara aftur á skúlabonk.

Kravdar lærugreinar á fyrireikingarbreytini eru føroyskt og søga á A stigi, enskt á B stigi, ítróttur og heilsa, støddfrøði, religión og samfelagsfrøði á C stigi. Afturat hesum velur tú eina listalærugrein (C), eitt mál (B ella A) og eina náttúrulærugrein (C).

Fyrireikingarbreytin gevur atgongd til flestu styttri og miðallangar útbúgvingar umframt fleiri hægri útbúgvingar.

Svarar Fyrireikingarbreyt til HF?

Ja. Fyrireikingarbreyt er tað, ið fyrr nevndist HF (Hægri Fyrireiking)

Bygnaður og lærugreinir

Frítt val – yvirlit yvir fakini