Fyrireikingarbreyt

Gymnasialt miðnám

Yvirlit yvir útbúgving

Um fyrireikingarbreytina

Fyrireikingarbreytin er ein tvey ára gymnasial útbúgving, sum serliga er ætlað tær, ið hevur havt ein steðg frá skúlanum, men sum nú ert til reiðar at fara aftur á skúlabonk.

Kravdar lærugreinar á fyrireikingarbreytini eru føroyskt og søga á A stigi, enskt á B stigi, ítróttur og heilsa, støddfrøði, religión og samfelagsfrøði á C stigi. Afturat hesum velur tú eina listalærugrein (C), eitt mál (B ella A) og eina náttúrulærugrein (C).

Fyrireikingarbreytin gevur atgongd til flestu styttri og miðallangar útbúgvingar umframt fleiri hægri útbúgvingar.


Kunning
Tíðarskeið: 2 ár
Næsta skeið byrjar: 18. august 2018. Umsóknarfreistin er 15. mars 2018. Tilmelding á www.innskriving.fo

Les meira