Hárbreyt

Yrkisrættað nám

Yvirlit yvir útbúgving

Hárfríðkarar fáast sjálvandi mest við hárviðgerð, men læra eisini alt um vakurleikarøkt, og hvat tað inniber at reka eitt virki, so sum búskap, kundarøkt, sálarfrøði og mangt annað. Arbeiðið er fjølbroytt, tí mótin skiftir sera ofta. Hárfríðkarar starvast mest á hárstovum, tó eisini innan films- og sjónleikaraheimin og á sjónvarpsstøðum.

Tú fært meira at vita um útbúgvingina við at lesa kunngerðina um útbúgvingina her

Eisini ert tú vælkomin at venda tær til lestrarvegleiðing skúlans á lv@glasir.fo ella senda fyrispurning umvegis kjattforum á heimasíðuni.


Kunning
Tíðarskeið: 4 ár (við lærlingasáttmála)
Næsta skeið byrjar: August 2021. Tilmelding á innskriving.fo.

Les meira