HD (Hægri Diplomútbúgving)

Hægri nám

Yvirlit yvir útbúgving

HD útbúgvingin er ein viðurkend parttíðar hægri útbúgving fyri komandi og verandi leiðarar í privatum virkjum og á almennum stovunum og virkjum.

HD 1. partur tekur tvey ár og er ein sjálvstøðug grundútbúgving innan vinnubúskap. Tey, sum hava lisið HD 1. part kunnu nýta heitið: Graduate Certificate in Business Administration.

HD 1. partur verður boðin út í samstarvi millum Glasir og Århus Universtitet. Undirvísingin fer fram á føroyskum. Undirvísingartilfarið er enskt og danskt. Próvtøkur, bæði munnligar og skrivligar, eru á donskum.

Upptøkutreytir á HD 1. part er gymnasial miðnámsútbúgving. Áður var tað krav, at lesandi høvdu staðið støddfrøði B, men er hetta kravið dottið burtur. Undirvísingin á HD 1. parti er tó við útgangsstøði í førleikum, ið svara til støddfrøði B.

HD 2. partur tekur eisini tvey ár og velur tú tá sergrein innan t.d. Roknskap og Búskaparstýring, Marketing managment, Fíggjarlig ráðgeving, Fígging, Fyriskipan, ella Logistikk og Supply Chain Management.

Í løtuni er møguligt hjá føroyskum lesandi at taka sergreinirnar ‘Roknskapur og Búskaparstýring’, ‘Marketing management’ ella ‘Fíggjarlig ráðgeving’ sum fjarlestur. Útbúgvingin verður boðin út av Århus Universitet og verður tú tá lesandi við Århus Universitet. Nýggjur flokkur skipaður við fjarlesturi fyri føroysk lesandi byrjar annað hvørt ár, hetta er treytað av at nóg nógv tekna seg. Nærri kunning um HD 2. part er á leinkjuni: http://executive.au.dk/hd

Les meira