Innovatión og íverksetan

Hægri nám

Yvirlit yvir útbúgving

Ein yrkisakademisk útbúgvingarleið
Tá tú hevur eina styttri framhaldsútbúgving og ynskir at koma upp á bachelor støði, er útbúgvingin Innovatión og Íverksetan (I&E) eitt gilt høvi. Útbúgvingin er eisini viðkomandi, um tú hevur aðra hægri útbúgving og ynskir at nema tær hollan kunnleika á innovativa økinum.

Á útbúgvingini lærir tú at byrja, reka og veksa um nýtt virki ella virksemi hjá verandi virki tvørtur um faklig mørk. Tú lærir at halda skil á allari tilgongdini, frá hugskoti til menning og útinnan. Tú gerst partur av einum hugvekjandi altjóða umhvørvi, sum fermur innovatión.

Ein partur av útbúgvingini eru tríggir mánaðir i praktikk, har tú kanst velja, um tú fert í praktikk hjá eini fyritøku, ella í egnum virki, í Føroyum ella uttanlands.

I&E hevur eisini fokus er á altjóða viðurskifti. Tað ber til at fara uttanlands í praktikk, og vit arbeiða við eini loysn, so tað fer at bera til at velja at vera lesandi á enskum máli.

Útbúgvingin tekur eitt og eitt hálvt ár. Eftir lokið prógv kanst tú kalla teg professiónsbachelor í Innovatión og Íverksetan.


Kunning
Tíðarskeið: 1½ ár
Næsta skeið byrjar: august 2019

Les meira