Yvirlit yvir útbúgving

Klædnaatstøði er ein 2 ára grund útbúgving, har tú av sonnum fært høvi at royna tíni skapandi evnir innan mótaverðina. Útbúgvingin er spennandi og kreativ, og tú fært hollan kunnleika innan klædnaframleiðslu. Arbeitt verður við sniðgeving, seyming, konstruktión og mótasøgu. Sum útbúgvin klædnaatstøðingur hevur tú møguleika at lesa víðari til sniðgeva, klædnahandverkara, ella tú kanst velja at arbeiða á seymistovu ella gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.

Tú fært meira at vita um útbúgvingina við at lesa kunngerðina til klædnaatstøðing her

Eisini ert tú vælkomin at venda tær til lestrarvegleiðing skúlans á lv@glasir.fo ella senda fyrispurning umvegis kjattforum á heimasíðuni.