Klædnaatstøði

Yrkisrættað nám

Yvirlit yvir útbúgving

Klædnaatstøði er ein 2 ára grund útbúgving, har tú av sonnum fært høvi at royna tíni skapandi evnir innan mótaverðina. Útbúgvingin er spennandi og kreativ, og tú fært hollan kunnleika innan klædnaframleiðslu. Arbeitt verður við sniðgeving, seyming, konstruktión og mótasøgu. Sum útbúgvin klædnaatstøðingur hevur tú møguleika at lesa víðari til sniðgeva, klædnahandverkara, ella tú kanst velja at arbeiða á seymistovu ella gerast sjálvstøðugur vinnurekandi.


Lærugreinar
Føroyskt, Enskt, Støddfrøði, Myndlist, Kunningartøkni


Kunning
Tíðarskeið: 2 ár
Næsta skeið byrjar: 16. august 2018. Tilmelding á innskriving.fo.

Les meira