Yvirlit yvir útbúgving
Metallútbúgvingarnar umfata alt innan smiðju- og maskinfakið, so sum sveising, motor, dreyging, fresing, vatn og hitaskipanir til sethús, stýringar, v.m. Sergreinirnar innan metal eru maskinsmiður, kleinsmiður, rustfastur kleinsmiður, rørsmiður, rør- og blikksmiður og sveisari.
Niðanfyri kanst tú lesa meira um sergreinarnar á metallbreytini.
Tú fært meira at vita um útbúgvingina við at lesa kunngerðina um útbúgvingina her
Eisini ert tú vælkomin at venda tær til lestrarvegleiðing skúlans á lv@glasir.fo ella senda fyrispurning umvegis kjattforum á heimasíðuni.