Yvirlit yvir útbúgving

Miðnám Fyrireiking er eitt ára útbugving, sum vendir sær til tín, ið hevur tørv á at fyrireika teg til at byrja eina miðnámsútbúgving, t.d. FHS, Gymnasielt miðnám ella Yrkisrættað nám. Á Miðnám Fyrireiking leggja vit dent á ymiskleikan. Undirvísingin er lagað til tørvin hjá einstaka næminginum, og dentur er lagdur á at virka í felagsskapi. Arbeitt verður í evnum innan samfelag, vinnulív og mentan, umframt einum evni, sum næmingarnir velja. Hóast tímatalvan er býtt sundur í lærugreinar, koma næmingarnir at arbeiða tvørtur um fakmørk og gera eina verkætlan.