Yvirlit yvir útbúgving

Undrast tú á fyribrigdi og samanhangir í náttúruni? Dámar tær at loysa líkningar og gera útrokningar? Vilt tú hava eina djúpari fatan av tí tøkni, sum í vaksandi mun stýra okkara gerandisdegi? So er náttúrubreytin nakað fyri teg. Her verður dentur lagdur á náttúruvísindalig evni. Tú kanst fara í djúpdina við alisfrøði, lívfrøði og evnafrøði, ella eitt nú landafrøði, stjørnufrøði og

teldufrøði. Á hesi breytini verður serliga arbeitt við náttúruvísindaligum háttaløgum og hugsanarháttum. Við at arbeiða bæði ástøðiliga – við modellum og hypotesum – og praktiskt – eitt nú við royndum á kanningarstovum – fært tú innlit í, hvussu náttúran og umhvørvið er uppbygt og samansett.

Á náttúrubreytini hevur tú møguleika at fáa eitt breitt náttúruvísindaligt grundarlag, sum tú kanst byggja víðari á. Alt eftir, hvat tú velur, gevur náttúrubreytin møguleika fyri víðari lestri á flestu hægri útbúgvingum innan náttúruvísindi, verkfrøði, læknavísindi og samfelagsvísindi.