Yvirlit yvir útbúgving

Glasir bjóðar nú – sum nakað heilt nýtt – eina skapandi fyrireikingarbreyt. Breytin er 3 ára gongd, ið fer at leggja seg eftir tvørfakligum samstarvi millum gymnasialar- og yrkisrættaðar lærugreinar, serliga innan tilvirkis- og klædnaatstøði. Tikið verður fult fyrireikingarprógv, umframt partar av klædna- og tilvirkisatstøði.

Trívist tú væl við at arbeiða við kreativum tilgongdum? Ert tú kreativ ella kreativur? Dámar tær væl at skapa nakað við tínum hondum ella í tínum hugflogið? Umhugsar tú at fara á designskúla, arkitekt ella kanska námsfrøðingi, lærara – ella onnur yrkir? Valmøguleikarnir eru nógvir og ymiskir við skapandi fyrireikingarbreytini. Breytin samantvinnar bókligar lærugreinar við kreativar, handaligar yrkisfakligar lærugreinar – í einum spennandi og skapandi umhvørvi.