Onki úrslit

Skapandi fyrireikingarbreyt

Gymnasialt miðnám

Skapandi fyrireikingarbreyt

Glasir bjóðar nú – sum nakað heilt nýtt – eina skapandi fyrireikingarbreyt. Breytin er 3 ára gongd, ið fer at leggja seg eftir tvørfakligum samstarvi millum gymnasialar- og yrkisrættaðar lærugreinar, serliga innan tilvirkis- og klædnaatstøði. Tikið verður fult fyrireikingarprógv, umframt partar av klædna- og tilvirkisatstøði.

Trívist tú væl við at arbeiða við kreativum tilgongdum? Ert tú kreativ ella kreativur? Dámar tær væl at skapa nakað við tínum hondum ella í tínum hugflogið? Umhugsar tú at fara á designskúla, arkitekt ella kanska námsfrøðingi, lærara – ella onnur yrkir? Valmøguleikarnir eru nógvir og ymiskir við skapandi fyrireikingarbreytini. Breytin samantvinnar bókligar lærugreinar við kreativar, handaligar yrkisfakligar lærugreinar – í einum spennandi og skapandi umhvørvi.

Innihald í skapandi fyrireikingarbreytini:

Umframt almennar lærugreinar á A- og B-støði – eitt nú føroyskt, enskt, søgu og danskt ella fremmandamál – so er  innovatión, myndlist og design kravdar lærugreinar á C og B støði, við møguleika til uppstigan. Hesar lærugreinar, saman við pørtum av yrkisligu lærugreinunum innan klædna- og tilvirkisatstøði, kunnu gera, at skapandi fyrireikingarbreytin kann gerast júst tann breytin, tú leitar eftir

Um lærugreinarnar design, innovatión og yrkislærlærugreinarnar

Design B

Í design B verður arbeitt við designamboðum fyri at kunna hugskotsmenna, visualisera og at gera modellir av vørum/produktum. Eisini verður arbeitt við designsøgu, ástøði í at greiða og greina objektir innan móta og industrielt design og  o.ø.

Tit fáa frálæru í at nýta innovativar og kreativar metodir í einum tryggum umhvørvi í flokshølinum – og eftirfylgjandi at framleiða vørðuna á verkstaðnum ella í royndarhølum. Hetta verður skjalfest í arbeiðsmappum.

Innovatión C

Innovatión og Design B stuðla væl hvørt annað. Í Innovatión koma tit at arbeiða við og fáa frálæru í m.a:

  • Innovatión og samfelagsmenning – hvussu menna vit samfelagið Føroyar?
  • Innovatión og kappingarføri hjá fyritøkum – hvat krevst at verða kappingarfør?
  • Hvussu menna vit hugskot? Frá hugskot til veruleika?
  • Hvussu stovni eg egið virki? – Ungt virki er hvørt ár (flestu miðnámskúlar luttaka og vinnarin fer til DM at luttaka)

Yrkislærugreinar – uml. ¼ av samlaða tímatalinum 

Yrkislærugreinarnar innihalda økini: Tilfarslæra, dokumentation, konstruktión, tekstil amboð, vørumenning innan t.d. binding og seyming.
Næmingarnir koma m.a í yrkislærugreinunum at arbeiða við klædnapløggum frá hugskot til produkt. Í arbeiðinum við tekstilu amboðunum, koma tey at kanna litir, samansetingar av ymiskum tilfari, struktur og eginleikar innan tekstildesign.

Lærugreinarnar design, innovatión og yrkislærugreinarnar eru væl stuðlandi hvørja aðrari. Hinar lærugreinarnar vilja sjálvandi eisini verða stuðlandi í útbúgvingartíðini. Hetta kemur m.a at síggjast aftur í verkætlanunum sum skulu fremjast tvørtur um fakøkir.

Yvirlit yvir skapandi fyrireikingarbreytina.

Niðanfyri er yvirlit yvir útbúgvingina.

.

Vallærugreinar