Onki úrslit

Skrivstovuútbúgving við grein innan fyrisiting

Yrkisnám

Skrivstovuútbúgving við grein innan fyrisiting

Útbúgvingin, ið tekur 4 ár, er skipað í verkliga læru á góðkendum arbeiðsplássi og skúlagongd. Skúlagongdin er grundskeið, ið er FHS yrkisnám, og tekur eitt ár, og høvuðsskeið, ið tekur 7 vikur, íroknað yrkisroynd, ið er eina viku. Høvuðsskeiðið, ið er 6 vikur, hevur hesar lærugreinir:

  1. Fyriskipan og leiðslu
  2. Menning og framtíðin
  3. Mítt arbeiðspláss
  4. Søla og marknaðarførsla
  5. Venjing til yrkisroynd

Innihaldið í lærugreinunum er lýst í námsætlan fyri hvørja lærugrein. Innihaldið í verkligu læruni, ið er knøpp trý ár, er lýst í námsskipan fyri útbúgvingina.

við 9./10. floksprógvi – 4 ára lærutíð

Útbúgvingin tekur 4 ár, tá tú hevur 9./10. floksprógv.

Hon er lutað sundur í verkliga læru og skúlagongd.

Skúlangongdin er skipað í eitt grundskeið og eitt høvuðsskeið. Skúlagongdin verður løgd til rættis í samstarvið við útbúgvingarstaðið.

Grundskeiðið svarar til FHS og vanliga taka lærlingar tvær til tríggjar lærugreinar hvørt skúlaár.

Høvuðsskeiðið fevnir um hesar lærugreinarnar:

  1. Fyriskipan og leiðsla
  2. Menning og framtíðin
  3. Mítt arbeiðspláss
  4. Søla og marknaðarførsla
  5. Háttalæra og yrkisroynd
Við FHS – 3 ára lærutíð

Útbúgvingin tekur 3 ár, tá tú hevur lokið FHS.

Hon er lutað sundur í verkliga læru og skúlagongd.

Skúlangongdin er skipað í  eitt høvuðsskeið, sum fevnir um hesar lærugreinarnar:

  1. Fyriskipan og leiðsla
  2. Menning og framtíðin
  3. Mítt arbeiðspláss
  4. Søla og marknaðarførsla
  5. Háttalæra og yrkisroynd
Við miðnámsprógvi ( undantikið búskaparbreyt) – 2 1/2 ár lærutíð

Útbúgvingin tekur 2 1/2 ár við miðnámsprógvi (undantikið búskaparmiðnámsprógvi).

Hon er lutað sundur í verkliga læru og skúlagongd.

Skúlangongdin er skipað í  eitt høvuðsskeið, sum fevnir um hesar lærugreinarnar:

  1. Fyriskipan og leiðsla
  2. Menning og framtíðin
  3. Mítt arbeiðspláss
  4. Søla og marknaðarførsla
  5. Háttalæra og yrkisroynd

Harumframt tekur tú kjarnuhandilslærugreinarnar: sølubúskap, virkisbúskap, kunningtøkni og eina vallærugrein.

Við búskaparmiðnámsprógvi – 2 ára lærutíð

Við búskaparmiðnámsprógvi tekur útbúgvingin 2 ár.

Hon er lutað sundur í verkliga læru og skúlagongd.

Skúlagongdin er skipað í eitt høvuðsskeið, sum fevnir um hesar lærugreinarnar:

  1. Fyriskipan og leiðsla
  2.  Menning og framtíðin
  3. Mítt arbeiðspláss
  4. Søla og marknaðarførsla
  5. Háttalæra og yrkisroynd
FRAMTÍÐAR MØGULEIKAR

Skrivstovuútbúgving gevur á Glasi atgongd til:

  • akademiútbúgvingina. Les meira um akademiútbúgvingina her.
  • marknaðarførslubúskap, um tú hevur enskt á C stigi og antin støddfrøði ella virkisbúskap á B stigi. Les meira um marknaðarførslubúskap her.
  • fíggjarbúskap, um tú hevur enskt á C stigi og antin støddfrøði ella virkisbúskap/vinnubúskap á B stigi. Les meira um fíggjarbúskap her.
  • umframt eina røð av øðrum yrkisakademiútbúgvingum. Vitja uddannelsesguiden  hjá danska Útbúgvingarráðnum her fyri at fáa nærri kunning