Yvirlit yvir útbúgving
Útbúgvingin, ið tekur 4 ár, er skipað í verkliga læru á góðkendum arbeiðsplássi og skúlagongd. Skúlagongdin er grundskeið, ið er FHS yrkisnám, og tekur eitt ár, og høvuðsskeið, ið tekur 7 vikur, íroknað yrkisroynd, ið er eina viku. Høvuðsskeiðið, ið er 6 vikur, hevur hesar lærugreinir:
- Fyriskipan og leiðslu
- Menning og framtíðin
- Mítt arbeiðspláss
- Søla og marknaðarførsla
- Venjing til yrkisroynd
Innihaldið í lærugreinunum er lýst í námsætlan fyri hvørja lærugrein. Innihaldið í verkligu læruni, ið er knøpp trý ár, er lýst í námsskipan fyri útbúgvingina.