Yvirlit yvir útbúgving

Á timburbreytini kanst tú læra til húsasmið ella snikkara. Húsasmiðurin fæst við at byggja sethús og virkisbygningar og onnur byggiarbeiði. Arbeiðið fevnir um m.a. forskalling, gólv, útveggir og takverk. Eisini arbeiðir húsasmiðurin við at bjálva, klæða, seta vindeygu og hurðar í. Snikkarin ger m.a. hurðar, vindeygu og innbúgv so sum køksskáp, borð, stólar v.m. Í løtuni verður 1. skúlaskeið tikið á Glasi Smiðjugerði, restin má takast í Danmark.