Yvirlit yvir útbúgving
Útbúgvingin, ið tekur 4 ár, er skipað í verkliga læru á góðkendum arbeiðsplássi og skúlagongd. Skúlagongdin er grundskeið, ið er FHS yrkisnám, og tekur eitt ár, og høvuðsskeið, ið tekur 7 vikur, íroknað yrkisroynd, ið er eina viku. Høvuðsskeiðið, ið er 6 vikur, hevur hesar lærugreinir:
- Handil og amboð
- Handilsrakstur
- Handilsbúskapur
- Átøk og visuell marknaðarførsla
- Háttalæra
Innihaldið í lærugreinunum er lýst í námsætlan fyri hvørja lærugrein. Innihaldið í verkligu læruni, ið er knøpp trý ár, er lýst í námsskipan fyri útbúgvingina.