Breytaverkætlan

VEGLEIÐING UM AT SKRIVA BREYTAVERKÆTLAN

Allir næmingar á búskapar-, hug- og náttúrubreyt skulu skriva eina breytaverkætlan á 3. árið (BV3). BV3 verður skrivað í tvørfakligum samstarvi millum eina høvuðslærugrein á A-stigi og stuðulslærugrein á A-, B- ella C-stigi.

Á fyrireikingarbreytini verður breytarverkætlanin skrivað á 2. árið (BV2) í lærugrein á A- ella B-stigi í tvørfakligum samstarvi við eina aðra lærugrein á A-, B- ella C-stigi.

Næmingurin skal hava ella hava havt báðar lærugreinarnar á viðkomandi stigi. Við støði í grundaðari skrivligari umsókn frá næmingi, kann leiðari útbúgvingarstovnins gera av, at BV3 verður skrivað í trimum lærugreinum ella bert í einari A-lærugrein (3.s.) ella einari B-lærugrein (2.fyr.)

TÍÐARÆTLAN:

09. oktober 2020: Evnis- og lærugreinaval skal vera latið inn. Tú velur evni og tær tvær lærugreinarnar, sum tú ætlar tær at lýsa evnið við og viðgera evnið í.
23. oktober 2020: Lærugreinar staðfestar av skúlanum við støði í tínum ynski.
04. desember 2020 kl. 15:25: Uppgávuorðingin útflýggjað og 14-daga skrivitíðarskeiðið byrjar.
18. desember 2020 kl. 15:25: Uppgávan skal verða skúlanum í hendi í seinasta lagi.

Niðanfyri er útgreinað, hvussu uppgávan skal skipast, formlig krøv, hvat mett verður um og ymiskt, sum er neyðugt at vita, tá tú skalt skriva breytaverkætlanina.

  • ENDAMÁL

    “Endamálið við breytarverkætlanini er, at næmingurin sjálvur skal royna at arbeiða við at fara til botns í – og bera fram eitt fakligt greiðsluevni í einum sjálvvaldum øki. Við at seta saman ymiskar tilgongdir og vísindagreinar, skulu næmingarnir vísa, at teir sjálvir eru førir fyri at velja út, nýta viðkomandi tekstgrundarlag og eru førir fyri at gera kritiskar metingar á fakligum grundarlagi og eftir vísindaligum reglum. Arbeiðið við breytarverkætlanini skal menna lestrarførleikar næmingsins soleiðis at skilja, at hann umvegis eitt skrivligt avrik vísir, at hann megnar at hava yvirlit, viðgera, skipa, taka saman um og bera fram torgreidd greiðsluevni.”

  • UPPGÁVUSTØDD

    Uppgávan skal vera millum 15-20 normalsíður – t.e. 2400 tekn við millumrúmum – í vavi. 15-20 síður, har hvør síða er 2.400 tekn við millumrúmi, svara til 36.000-48.000 tekn við millumrúmi. Sum dømi kanst tú nýta skriftina Times New Roman (tað er ikki krav, at nýta hesa skriftina), skriftstødd 12 og 1,5 linjufrástøða. Framsíða, innihaldsyvirlit, keldulisti og møguligar myndir og fylgiskjøl vera ikki tald við. Myndir telja bert við, um tær hava ein virknan leiklut í uppgávuni.

  • VEGLEIÐINGIN

    Uppgávan hjá vegleiðarunum er at geva góð ráð og skilagóðar ábendingar í sambandi við sjálvt valið, at vegleiða í arbeiðinum at avmarka spurdómin, umframt at vegleiða í sjálvari verkætlanini. Vegleiðingin skipast soleiðis:
    1.     Allir lærarar hava eina innleiðandi fakliga kunning um lærugreinina, so at næmingurin hevur eitt innlit í ymiskt, ið eyðkennir júst hesa lærugreinina. Gott er, um lærarin kann vísa á dømi uppá uppgávuorðingar og svar (verkætlanir) í ymiskum evnum, so at næmingurin kann fáa eitt innlit í tey fakligu krøvini, ið sett vera í lærugreinini.
    2.     Næmingurin velur evnið og kann koma við uppskoti til, hvørjar lærugreinar kunnu vera viðkomandi fyri evnið. Til hetta endamálið fær næmingurin atgongd til oyðublað, sum hann skal fylla út, og greiða frá síni hugsan um verkætlanina, hvørji faklig mál, hvørji háttaløg og hvørjar bókmentir/keldur, hann hugsar at brúka. At næmingurin nágreiniliga greiðir frá hvørji háttaløg, hann ætlar at brúka, er alneyðugt fyri at røttu lærugreinarnar verða ásettar. Evnisvalið skal verða liðugt í seinasta lagi 09. oktobur 2020.
    3.     Síðani ásetur skúlin lærugreinar og vegleiðarar. Her verður ansað eftir, at ein skilagóður samanhangur er millum evnið, háttalagið og lærugreinarnar. Avgerð skúlans um evni, lærugreinar og vegleiðarar verður kunngjørt 25. oktober 2020.
    4.     Tá vegleiðarar eru ásettir, má næmingurin beinanvegin tosa við teir vegleiðarar, hann hevur fingið, fyri at blíva kunnaður um tey krøv, ið sett vera í lærugreinunum. Fyri at tryggja dygdargóða vegleiðing, mugu báðir vegleiðararnir vera við í vegleiðingartilgongdini beinanvegin.
    5.     Í næsta parti av vegleiðingini verður evnið ella spurdómurin avmarkaður. Í hesum sambandi verður útgangsstøði tikið í oyðublaðnum, sum næmingurin læt inn, har hann skrivliga lýsti sína hugsan um verkætlanina, greiddi frá fakligum málum, háttaløgum og hvørjar bókmentir/keldur, hann hugsaði at brúka. Í hesum partinum av vegleiðingini skulu báðir vegleiðararnir vera við. Á hendan hátt fær næmingurin eina betri fatan av, hvørji krøv vera sett til endaliga verkætlanarsvarið.
    6.     Vegleiðararnir gera endaligu orðingina til verkætlanina við tí í huga, sum vegleiðararnir og næmingurin hava tosað um í vegleiðingartilgongdini. Hetta merkir, at endaliga uppgávuorðingin tekur atlit at tí, ið næmingurin hevur hugsað um verkætlanina frammanundan, men er kortini háttað soleiðis, at næmingurin ikki kann endaliga skriva partar av uppgávuniframmanundan.
    7.     Vegleiðarar og næmingur avtala sínamillum hvussu vegleiðingin framyvir verður skipað. T.d. nær fundir skulu vera, og hvussu næmingurin skal fyrireika seg til hesar fundir. Partar av vegleiðingini kunnu skipast í bólkum, um hetta ber til. Fyri at fáa eina stigvísa framgongd í arbeiðið, skulu vegleiðararnir seta krøv til, hvussu næmingurin skal hava fyrireikað seg til vegleiðingarfundirnar. Talan kann vera um stikkorð, eina synopsu, har næmingurin vísir til tilfar og háttalag, spurdómar osv. Næmingurin skal vera tann aktivi parturin; hann skal orða spurningar, leggja til rættis evnið og finna tilfar, meðan vegleiðararnir skulu vísa á veikleikar við ætlanini og vísa onnur sjónarhorn til uppgávuna hjá næminginum. Partar av hesari vegleiðingini kunnu vera gjøgnum teldupost. Mælt verður til, at næmingar hava stuttar framløgur fyri hvørjum øðrum um verkætlanina. Slíkar framløgur kunnu hjálpa næminginum at avmarka uppgávuna og at lata upp fyri nýggjum sjónarhornum.
    8.     Næmingurin skal kunna fáa vegleiðing í sjálvari skrivitíðini. Umframt tær avtalur, ið vegleiðarar og næmingar hava gjørt, kunnu vegleiðararnir vísa til ávísar tíðir, har vegleiðararnir eru at fáa fatur á.

  • METING

    Verkætlanin verður dømd við einum próvtali, sum byggir á eina heildarmeting, tvs í hvønn mun svarið lýkur málini fyribreytaverkætlanina.
    Hesi viðurskifti vera havd í huga, tá ið dømt verður:
    ·       at verkætlanin svarar teimum spurningum, sum settir eru
    ·       at samanhangur er millum verkætlanartíðarskeiðið og vav og góðsku í uppgávuni
    ·       at næmingurin hevur nýtt viðkomandi tilfar
    ·       at evnið er borið fram á nøktandi hátt, og at farið er í dýpdina við evninum
    ·       at nýtta tilfarið er tikið nóg nágreiniliga við í viðgerðini
    ·       at greiðar tilvísingar og skjalfestingar eru nýttar
    ·       at allar keldur eru uppgivnar, og at notur og bókmentalisti eru nøktandi
    ·       at verkætlanin er væl skipað, og at samanhangur er í
    ·       at málburðurin er greiður og neyvur

  • INNIHALD Í UPPGÁVUNI

    ·       Forsíða og heiti
    ·       Úrtak/”Abstract”
    ·       Innihaldsyvirlit
    ·       Inngangur
    ·       Viðgerð av uppgávuorðingini og spurningum
    ·       Samandráttur/niðurstøða
    ·       Bókmentalisti/keldulisti
    ·       Møgulig fylgiskjøl

  • FORSÍÐA OG HEITI

    Forsíðan, sum skúlin letur tær, skal latast inn við uppgávuni. Hon skal vera allarfremst. Á henni stendur
    ·       Navn títt
    ·       floksheiti
    ·       lærugreinarnar, tú skrivar í
    ·       heitið á uppgávuni
    ·       nær uppgávan skal latast inn og
    ·       uppgávuorðingin
    Umframt hetta ert tú vælkomin at gera eina framsíðu við mynd, navni og illustratiónum.

  • ÚRTAK/”ABSTRACT”

    Í uppgávuni skal vera eitt serligt slag av samandrátti, sum kallast eitt úrtak – á enskum eitt “abstract”. Hetta skal í stuttum takasamanum og vísa á teir týdningamiklastu partarnar í uppgávusvarinum. Teksturin skal kunna lesast sum ein heild og skiljast, uttan at neyðugt er at vísa til uppgávuna sjálva. Eitt úrtak skal vera skrivað á enskum, skal vera millum 10-20 linjur við fyrrnevndu teksteginleikum, og verður sett inn beint eftir heitið ella forsíðuna. Næmingur og lærari mugu seta seg inn í serliga formin, sum eitt úrtak eigur at hava.
    Dømi um úrtak:

    This paper analyses Nora, the main character in “A Doll’s House” and examines the different facets of her personality. The paper discusses both her businesswoman persona that she has kept secret and the little doll persona that she displays for her father and her husband. Women’s social status at the time is described and related to Nora’s situation, as well as to that of her friend, Miss Linde. Parallels are drawn to “Forraadt” (“Betrayed”) by the Norwegian writer Amalie Skram, and it is demonstrated that there are striking similarities between the dilemmas faced by today’s women and the women that lived in the era of the novel. Finally, thepaper concludes that Nora, in spite of the persona that she projected to her husband and father for so long, is actually a strong, flexible, and proud woman.

    Fleiri dømi eru at síggja her.

  • INNIHALDSYVIRLIT

    Í innihaldsyvirlitinum skulu allir partar í uppgávuni nevnast (Kapitul, partur, ser-partur). Her skal lesarin fáa yvirlit yvir uppgávuna, og lættliga finna fram einstakar partar.
    GG: Í Word ella øðrum tekstforriti ber til at gera innihaldsyvirlitið, um tú brúkar tær yvirskriftir í rættari raðfylgju, sum eru við íforritinum.

  • INNGANGUR

    Her leggur tú títt evni og uppgávuorðingina fram. Ikki brúka eina hálva síðu uppá at greiða frá hví tú hevur valt júst hetta evnið, men hugleið heldur fyrst í stuttum um evnið sjálvt, og legg síðani fram, hvussu tú ætlar at loysa spurningarnar, sum uppgávuorðingin setur. Skriva ein samanhangandi tekst her – helst ikki í punktformi. Endurgev ikki uppgávuorðingina beinleiðis í innganginum, men orða teg soleiðis at hon liggur sum grund fyri tí, sum tú skrivar.

  • VIÐGERÐ AV UPPGÁVUORÐINGINI OG SPURNINGUM

    Tað er í hesum partinum, at tú gert størri greiningar, metingar, diskuterar og perspektiverar. Her skalt tú vísa, at tú dugir at arbeiða fakliga við tínum evni og tilfarinum, sum tú hevur funnið fram. Tvs at tú skalt vísa, at tú dugir at brúka tekstir, samanbera, endurgeva, stytta, greina, próvføra, diskutera og síggja evnið út frá fleiri sjónarhornum. Her skalt tú arbeiða á ymsum torleikastigum. Tað er eisini her, at møguligt praktiskt/empiriskt arbeiði skal lýsast og brúkast.

  • NIÐURSTØÐA

    Tá ið tú skrivar niðurstøðuna av uppgávuni, skulu teir spurningar, sum uppgávuorðingin setur, longu vera svaraðir. Niðurstøðan skal vera faklig og taka støði í tilfarinum, sum tú hevur viðgjørt í uppgávuni. Tú skalt við øðrum orðum í stuttum greiða lesaranum frá tí, sum tú ert komin fram til. Tú skalt ikki koma við nýggjum tilfari ella nýggjari viðgerð í niðurstøðuni. Tú skalt heldur ikki greiða lesaranum frá, hvat tú sjálv/-ur persónliga hevur fingið burturúr at skriva uppgávuna. Í summum lærugreinum kann vera størri dentur á at hava ein samandrátt saman við niðurstøðuni. Tosa við vegleiðaran um hetta.

  • KELDUTILFAR OG ÁVÍSINGAR

    Tað er ógvuliga týdningarmikið, at tín uppgáva er væl skjalprógvað. Hetta er við til at gera uppgávuna fakliga, og ikki bert eitt úrslit av egnari hugsan og meiningum. Tú lænir í høvuðsheitum vitan frá øðrum; tí er alneyðugt, at tú vísir til bókmentir og keldur, soleiðis at lesarin fær at vita hvaðani tú hevur “lænt” upplýsingar.
    Tað eru ymsar fakligar siðvenjur fyri, hvussu ávísingar verða gjørdar. Vanliga antin við fótnotum ella i klombrum. Tað er týdningarmikið at halda seg til ein viðurkendan hátt at endurgeva, og at brúka sama hátt allan vegin ígjøgnum uppgávuna. Mælt verður til at gera hetta í samráð við læraran.
    Harumframt, tá tú brúkar týdningamiklar upplýsingar í uppgávuni – niðurstøður, hagtøl, data, myndir o.a. – skalt tú vísa til júst staðið, haðani upplýsingarnir stava við at seta eina ávísing inn[1]. Tú brúkar ávísingar til:
    ·       endurgevingar (sitat),
    ·       myndir, frymlar, grafar, diagramm o.l.,
    ·       longri úrdráttir úr keldum, og
    ·       tá tú vísir til eina teori og styttir/tekur saman um úr kelduni.
    Tá ið tú skalt greiða frá fyribrigdum í tekstinum, har tú metir, at teksturin ikki passar inn í júst tann partin, sum tú skrivar, kanst tú seta hetta í eina fótnotu. Her kann talan vera um frágreiðing av einum hugtaki, ella viðmerking viðv. einari keldu o.s.f.r. Ger tó hetta bara, tá ið tað veruliga ikki riggar at hava inni í sjálvum tekstinum.

    Endurgevingar

    Tá ið tú endurgevur, er týdningarmikið at tú endurgevur fullkomiliga rætt. Endurgevingar skulu merkjast annaðhvørt í kursiv ella við “gásareygum”. Tað lættir um lesnaðin, og skilir tekstin frá tínum egna.
    Longri úrdráttir úr keldum kunnu setast inn soleiðis:
    During the Modern English period, the grammar of Standard English has continued to change but at a much slower rate than in the previous centuries. The major changes in Standard English that have taken place reflect the multiple social, scientific, technological and economic developments that the 19th and 20th centuries saw and thus, it is into the English vocabulary that we should look: With imperialism,urbanization and industrialization hundreds of thousands of words were added to the English vocabulary. Embryology, ohm, watt, joule,chromosome, Jurassic, claustrophobia, silicon, cocaine – were all new in the 19th century, simply because what they describe was new or hitherto unknown.[2]
    Um endurgevingin er stutt, skal hon standa inni í tekstinum við gásareygum: ”Some of these interact directly with the texts and exercises, while others illustrate and comment on texts or themes.” [3]

    Myndir

    Tú mást altíð viðmerkja sambandið millum myndina og tekstin. Um ikki, er hetta ikki áhugavert fyri uppgávuna. Tú mást eisini vísa til keldur í sambandi við myndir. Um tú sjálv/-ur hevur gjørt myndina, er neyðugt at tú viðmerkir hetta.

    Keldu- og bókmentalisti

    Alt tilfarið, sum nýtt verður í uppgávuni, verður sett upp í raðfylgju eftir bókstavarað á hendan hátt: Rithøvundaeftirnavn, -fornavn: heiti, ”navn á kapittuli úr verkinum”, útgáva, (møguliga útgávustað), útgávuár. Sí dømi niðanfyri um hvussu víst verður til bøkur, tíðarrit, filmar, sendingar, heimasíður osfr.
    GG! Tá tú vísir til heimasíður, skal tú eisini nevna, hvat heimasíðan er um, og møguliga útgevaran, og dagfesting nær tú hevur tikið tilfarið niður.

    Bókmentalisti – dømi:

    Bøkur:
    Finderup, Anne Mette, Fog, Agnete: Worlds of English. Systime, 2015.
    Sobel, D.: Manden der målte længdegraden. Valby: Borgens Forlag A/S. 1997.

    Tíðarrit:
    Lodish, Harvey F. og James E. Rothman: “The Assembly of Cell Membranes”. I: Scientific American Vol. 240 1997.

    Filmar:
    Longo, Robert: Johnny Mnemonic. Fremtidens mest jagede menneske. (Uppr. am.) Alliance/MDP 1995.

    Sjónvarpssendingar:
    Merkistein, Súni: “Minnist tú enn – 3 partur”. Sjónvarpssending, Kvf, 8. okt. 2014. Framleitt 2014.

    Heimasíður:
    “Celestial Navigation Fundamentals”. Útgáva: Omar F. Reis.
    http://www.tecepe.com.br/nav/inav_c11.htm – Vitjað: t. 13.02.2013 (Internet).

    “Kvadrantens Historie”. Útgáva: geomat.
    http://www.geomat.dk/opdagelser_og_navigation/instrumenter/kvadrant/kvadrant_h istorie.htm
    Vitjað t. 14.02.2013(Internet).

    [1] Hetta er ein fótnota. Tað er ein máti at gera ávísingar. Her skal sjálv keldan standa við heiti og síðunummari. Tær nágreiniligu upplýsingarnar um kelduna fær mann í keldulistanum aftast.
    [2] Finderup, Worlds of English, s 123
    [3] Ibid, s 129

  • ÁÐRENN TÚ LETUR INN

    Týdningarmikið er, at uppgávan verður rættlisin. Best er, at tað verður gjørt í fleiri umførum. Fá tær onkran at lesa uppgávuna so tú fært tryggjað tær, at onnur bæði fata, hvat tú hevur skrivað, og at stavivillur og málsligar villur verða rættaðar. Somuleiðis eigur tú at kanna, at síðutøl, mynda- og talvutøl o.a. formalia er rætt.