Tvær sýningar afturat av stóra sangleikinum “Cabaret” eru nú til sølu.

“Fleirfalt framúr!”, skrivaði Birgir Kruse á bloggi sínum Birkblog eftir at hava sæð Cabaret í vikuskiftinum. Tórshavnar Musikkskúli og Glasir hava saman sett sangleikin Cabaret á pall í atrium á Glasi, og leikurin hevur verið stórliga fagnaður.

Áhugin hevur verið stórur. Tí eru tvær sýningar afturat settar á skrá – 5. og 6. februar. Hesar eru nú til sølu á www.atgongumerki.fo. Útselt er til sýningina sunnukvøldið 2. februar.