Týsdagin 25. august hevði Glasir vitjan av Campus Vejle í Danmark, sum er ein av størstu útbúgvingarstovnunum har um leiðir. Umleið 2.000 næmingar ganga har árliga, og 300 starvsfólk arbeiða á skúlanum.

Arbeitt verður við ætlanum um at gera ein part av Campus Vejle av nýggjum. Í hesum sambandi vitjaðu fólk frá skúlanum á Glasi. Una Joensen, rektari, Magni á Lakjuni, vararektari, og Álvur Jøkladal, tekniskur leiðari, vístu teimum runt.