11. Rætturin til viðgerðaravmarking, dátuflutning og mótmæli sambært Dátuverndarlógini
Rætturin til viðgerðaravmarking (grein 29):
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit frameftir í útgangsstøðinum bert goyma persónsupplýsingarnar.
Rætturin til dátuflutning (grein 31):
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónsupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónsupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
Rætturin til mótmæli (grein 32):
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.