13. Klaga til Dátueftirlitið
Tú kanst sambært grein 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur við viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Metir tú, at Glasir ikki viðger tínar persónsupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo.
Hesin privatlívspolitikkur er góðkendur av leiðsluni á Glasi 20.oktober 2023.