Nú ber til at tryggja sær pláss á lærugreinum á DLÚ (diplomútbúgving í leiðslu) og HD1.
Á diplomútbúgvingini verður undirvíst í fimm ymiskum vallærugreinum í vár. Til ber at velja hesar einkultvís, ella sum partur av samlaðum DLÚ-lesnaði, har kravið er tríggjar av hesum vallærugreinum.
Tú søkir við at fylla út hesa innskriving: Søk inn á DLÚ
Á HD1 eru tríggjar lærugreinar í útboði. Til ber at velja hesar einkultvís, ella sum partur av samlaðum HD-lesnaði, har allar tríggjar eru kravdar lærugreinar.
Tú søkir við at fylla út hesa innskriving: Søk inn á HD1