Danmarks Radio vitjaði á Glasi fríggjadagin 12. januar í sambandi við, at DR sendir frá kongsskiftinum í Danmark, nú Fríðrikur krúnprinsur sunnudagin tekur yvir frá Margrethu drottning.

DR tosaði við næmingar á Glasi um, hvat tey hugsa var um kongsskiftið, og um sambandið millum Føroyar og Danmark sum heild.

Eisini prátaði filmsliðið við Emmu Bech Christiansen og Andrias Garðsá, sum bæði vóru við til 18 ára føðingardagin hjá Prins Christiani í oktober mánaði í fjør.

Við í filmsliðnum vóru journalistarnir Cecilie Kallestrup og Caroline Gede og myndamaðurin Christian Rønhovde.

Innsløgini frá Glasi verða send á DR1 um vikuskiftið – ta fyrsta longu í kvøld kl. 17.30 og 20.00 føroyska tíð.

Eisini hevur DR gjørt tilfar til eina sokallaða Story til heimasíðu teirra, sum verður tøk á dr.dk um vikuskiftið.