29. oktober vitjaði Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, Glasir. Vitjanin er komin í lag, tí bæði Tórshavnar Kommuna og Glasir ynskja at hava eitt tætt samskifti og samstarv.
Glasir hevur stóran týdning fyri kommununa, og tað hevur týdning fyri Glasir at vera í tøttum samskifti við kommununa um viðkomandi evnir.
Elsa Berg fekk rundvísing á skúlanum, har hon vitjaði stovur og verkstøð. Vitjanin endaði við fundi við leiðsluna á Glasi.
Á myndini omanfyri síggjast frá vinstru: Magni á Lakjuni, vararektari, Annie Fjallsá, stjóri fyri Næmingatænastuna, Una Joensen, rektari, Elsa Berg, borgarstjóri, og Jóan Petur Hentze, kommunustjóri í Tórshavnar kommunu.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá vitjanini.
 
             
         
                     
                                         
                                         
                                         
                                         
             
                                             
                                             
                                             
                                             
                                             
                                             
                                             
                                             
                                             
                                             
             
            