Elsa Maria Holm Olsen, sum hevur starvast í Hoydølum síðani 2011, tekur við starvinum sum útbúgvingarstjóri fyri gymnasialt miðnám

Starvið sum útbúgvingarstjóri fyri gymnasialt miðnám varð lýst leyst í juli mánaði við umsóknarfreist 15. august. Setanartilgongdin er nú liðug og Elsa Maria Holm Olsen er sett í starvið.

Elsa Maria er útbúgvin cand.mag. í donskum bókmentum, við hjánámi í mentan og samskiftið. Harumframt hevur hon post graduate diploma innan leiðslu frá Robert Gordon University í Aberdeen, er útbúgvin pedagogikumvegleiðari og hevur tikið fleiri leiðsluskeið í Føroyum, Danmark og Sveis.

Hon hevur starvast í Hoydølum síðani 2011 og starvaðist á Handilsskúlanum sum deildarleiðari á Kambsdali frá 1997 til 2002 og í Tórshavn frá 2002 til 2005. Elsa Maria hevur eisini undirvíst á Nordfyns Gymnasium og Tietgen Skolen frá 1991 til 1997 og verið stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins frá 2005 til 2012.

“Eg eri sera fegin um at hava fingið Elsu Mariu í stjórabólkin og gleði meg at samstarva við hana. Hugvísindaliga bakgrundin og drúgvu royndirnar innan leiðslu og útbúgving gera, at hon verður ein góður hugskotsgevi hjá mær, og at leiðslubólkurin við henni verður meira breitt umboðandi”, sigur Bogi Bech Jensen,  rektari.

Elsa Maria tók við starvinum 1. september