Yrkisnám hevur havt vitjan av serfrøðingum frá Vølund í sambandi við, at hitapumpan til undirvísingina í smiðjuni skuldi setast í gongd

Demic hevur veitt pumpuna, ið er av sama slag sum jarðhitapumpurnar, ið hita Glasir upp.

Lærarar í smiðjuni og húsavørðar luttóku á kunningarskeiðinum um hitapumpur og vóru við til at seta hitapumpuna hjá í smiðjuni í gongd.

Ætlanin við hesi hitapumpu er, at hon skal vera partur av undirvísingini í smiðjuni á tann hátt, at næmingarnir fáa møguleika at broyta stillingar og gera mátingar á pumpuni.

Við hesi hitapumpu hava vit møguleika fyri at undirvísa í hitapumputøkni og mátingum á Glasi. Hetta er eitt stórt framstig í undirvísingini.

Hitapumpan er somuleiðis sett upp soleiðis, at hon kann flytast runt á verkstøðunum á Glasi.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá uppsetan av og undirvísing í hitapumpuni.