Georg Mohr kapping

Loading Events

« All Events

  • This event has passed.

Størv á Glasi: LÆRARAR TIL SERBREYTINA

April 24 @ 23:53

Event Navigation

Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við 250 starvsfólkum og 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi og vit hava tørv á enn fleiri dugnaligum lærarum til serbreyt skúlans. Vit søkja tí eftir tveimum fulltíðarstørvum og einum partíðarstarvi við starvsbrøki 0,8.

Sum lærari á serbreytini fært tú høvi at seta tíni fingramerki á menningina av tilboðnum til ung við serligum tørvi. Serbreytin, eisini kallað serligt skipað miðnám (SSM), er eitt miðnámsskúlatilboð fyri næmingar við serligum tørvi, sum ikki eru førir fyri at fylgja undirvísingini í vanligu miðnámsskúlaskipanini, heldur ikki við teimum stuðulsmøguleikum, ið eru.

FØRLEIKAR

Tann, ið verður settur sum lærari á serbreytini, skal hava námsfrøðiliga útbúgving – eitt nú læraraútbúgving, námsfrøðingaútbúgving ella aðra viðkomandi hægri útbúgving innan økið og hava hóskandi yrkisfakligar førleikar.

Eisini skal umsøkjari:

–        vera framfýsin og kunna geva íblástur at menna næmingarnar til samfelagið

–        hava hug og hegni at arbeiða við ungdómi

–        vera framsíggin, tora at ganga nýggjar leiðir og trívast við broytingum

–        kunna arbeiða sjálvstøðugt og hava góð evnir at samstarva

–        hava góð evnir at skipa samstarv við ymiskar samfelagsbólkar

–        hava hug at menna eitt spennandi námsfrøðiligt umhvørvi

LØN OG TREYTIR

Størvini eru at seta frá 13. august 2018. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Magna á Lakjuni, útbúgvingarstjóra, á mal@glasir.fo ella tlf. 56 80 80.

UMSÓKN

Umsókn saman við CV, prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi fríggjadagin 4. mai 2018 kl. 12:00.

Details

Date:
24. April 2018
Time:
23:53

Skeiðslýsingin:

Hevur tú uppgivið at læra støddfrøði? Kennist tað, sum grundarlagið hjá tær er ov veikt? So er hetta skeiði júst nakað fyri teg, sum skal byrja á miðnámi.

Endamálið við skeiðinum er at kveikja áhugan fyri støddfrøði hjá næmingum, sum hava uppgivið at læra støddfrøði.

Skeiðið er ætlað næmingum, sum byrja á miðnámi í summar. Tí svarar støðið til 9. flokk og markamótið til miðnám. Vit ásanna, at næmingar, sum velja hetta skeiðið, hava havt støddfrøði í 9 ár uttan at hava fangað støddfrøðina. Vit fara tí at undirvísa á ein umfevnandi og rannsakandi hátt, har næmingurin upplivir sjálvur at finna svarini og at fáa sjálvsálit innan støddfrøði.

Næmingarnir koma millum annað at arbeiða við:

Trigonometri: Sinus, Cosinus & Pythagoras
Prosentrokning
Líkningum

Luttakararnir verða skipaðir í 3 ymisk lið við 15 luttakarum á hvørjum liðið. Liðið arbeiðir síðani við einum evni í 3 dagar.

Skeiðið er 31. juli til 14. august, klokkan 9-15
Stað: Á Glasi (stað kunngjørt luttakurunum seinni)
Skeiðsluttakarapláss: 45
Prísur: 2.500 kr.
Tilmeldingarfreist: 22. mai 2018

Tekna teg til skeiðið her ella á knøttinum í høgra borði.

Skeiðið verður fyriskipað av Skeiðsdeplinum. Rokning verður send skeiðsluttakarum áðrenn skeiðið byrjar.
Undirvísarar: Krisjan Christiansen, Ingolvur Gunnarson og Sámal Kristiansson.

Details

Date:
24. April 2018
Time:
23:53

Fulltíðar útbúgvingar

Glasir bjóðar út tvær fulltíðar útbúgvingar í heyst. Tann fyrra er Fíggjarbúskapur, sum umframt at vera ein breið yrkisakademisk útbúgving innan búskap, gevur tí lesandi møguleika, at nema sær servitan innan fíggjargeiran. Serliga innan banka- og tryggingarvirksemi og sethúsasølu. Útbúgvingin tekur tvey ár, íroknað starvsvenjing. Umframt at geva vinnuførleikar innan nevndu øki, gevur hon eisini atgongd til framhaldandi lestur, millum annað 1,5 ára avriksflutning á HA.

Glasir bjóðar eisini út útbúgvingina Byggitøkni, sum somuleiðis er ein yrkisakademisk útbúgving, sum tekur 2 ár. Hon er viðkomandi fyri tann, ið hevur áhuga í, at arbeiða við byggiverkætlanum, frá hugskoti til klárt er at byggja. Útbúgvingin gevur beinleiðis verkligar førleikar, men eisini 1,5 ára avriksflutning til Byggifrøði, sum Glasir og VIA University samstarva um.

Umsóknarfreistin til Fíggjarbúskap og Byggitøkni er 1. juni umvegis www.glasir.fo.

Parttíðar útbúgvingar

Glasir tekur upp nýggjan flokk á HD í summar. HD 1. partur, sum tekur tvey ár og er ein grundútbúgving innan vinnubúskap, verður boðin út í samstarvi við Århus Universitet. Undirvíst verður í Føroyum. Á HD 2. parti ber til, at nema sær sergrein innan roknskap, marknaðarførslu ella fíggjarliga ráðgeving. Undirvísingin er skipað sum fjarlestur í samstarvi við Århus Universitet.

Glasir bjóðar somuleiðis tríggjar spennandi útbúgvingar á Akademi økinum. Útbúgvingarnar nevnast Altjóða Handil og Marknaðarførsla, Búskapur og Tilfeingi og so Leiðsla. Byrjað verður við trimum nýggjum flokkum í heyst.

At enda kann nevnast, at tað ber til at tekna seg til Diplom Útbúgvingina í Leiðslu, sum byggir omaná akademiútbúgvingarnar, umframt aðrar hægri útbúgvingar. Diplomútbúgvingin í leiðslu er javnsett við bachelor útbúgvingar. Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur og tekur umleið 2½ ár. Útbúgvingin gevur framúr førleikar innan leiðslu.

Umsóknarfreistin til HD, AÚ og DLÚ er 1. august umvegis www.glasir.fo.

Details

Date:
24. April 2018
Time:
23:53