Í kvøld, 23. oktober, kl. 18 verður forvitnisligur náttúruvísindaligur fyrilestur stroymdur beinleiðis av Aarhus Universiteti. Oluf Borbye Pedersen, professari í genom-gransking á Keypmannahavns Universiteti, fer at halda fyrilestur um bakteriur.

Menniskjan er ein superorganisma, sum er gjørd av eins nógvum bakteriukynknum sum menniskjakyknum. Hoyr, hvussu heilsufremjandi bakteriusløg skapa teg sum minniskja, stýra tínum mótstøðuføri og evnabroytingum. Og hoyr eisini um, hvussu tú fært tað besta fram í tínum bakterium.

Fyrilesturin byrjar kl. 18 og verður hildin í høllini í gamla Handilsskúlabygninginum.

Sum nú er verður fyrilesturin ikki darvaður av arbeiðinum, sum hevur seinkað skúlabyrnanini eftir heystfrítíðina.

Les meira um fyrilesturin her.