Mikudagin tann 12. mai klokkan 14-16, hava vit á deildini fyri List & Skapan opið hús, har høvi verður at uppliva eitt sindur av tí nógva, sum gongur fyri seg á okkara deild. Næmingar fara at framføra sjónleik og tónleik.

Klædnaatstøðingar vísa fram søguligar kjólar, sum eru sniðgivnir við íblástri úr 1500-1900 talinum, og eru harafturat eisini tilgjørdir við røttu tátíðar arbeiðshættum.

Næmingar á Tilvirkisatstøði hava arbeitt við maskinbinding í vár og hava tilvirkað og sniðgivið eina pútu við strípum. Talan var um eina pyntipútu til eitt nú stovuna.

Næmingar innan hárfríðkan vísa síni kynstur í portrettum, ið verða framsýnd sum ein stór samvirkin vindharpa. Íblásturin til vindhørpuna er sprottin út Várframsýningini hjá Listasavninum.

Tey tvey holdini í myndlist B gera framsýning við dømum um verkætlanir, parafrasur, landslagsmálningar og uppstillingar við fruktum og blómum.

 

Skrá:

 

Kl. 14.00         Tónleikaframførsla

Næmingar: Tina Mellemgaard, Vár Eyðunsdóttir Miðberg, Elin Maria Ólavsdóttir Hansen, Ólavur Johannesson

 

Kl. 14.10         Kinna Poulsen, lærari í myndlist, setir várframsýningina á Glasi.

 

Kl. 14.30         Tónleikaframførsla

Næmingar: Olivia Sunadóttir Hansen, Elin Maria Ólavsdóttir Hansen, Ólavur Johannesson, Fríða Rein, Eyðfinn Rajani Færø

 

Kl. 15.00         Leiklist framførur egið verð í stovu 108: Moi et –

Næmingar: Ester Tausen og Jóhan Winther

 

 

Kl. 15:30         Leiklist framførur egið verk í stovu 108: Gogodidi –

Næmingar: Brynjar Jansson og Teitur Eysturoy Olsen

 

 

Hjartaliga vælkomin til Várlist hjá List & skapan á Glasi.