Hósdagin 18/9 kl. 15.25 verða góð ráð at heinta hjá teimum, sum skulu skriva breytaverkætlan í ár.

Tá koma Rannvá Jakobsen og Tóri Madsen, sum skrivaðu BV2/BV3 síðsta skúlaár, at fortelja um teirra breytaverkætlan og arbeiðsgongdina. Tiltakið er í bókasavninum á Glasi. Eisini svara tey spurningum.

Eitt sera gott høvi hjá teimum, sum skulu í holtur við breytaverkætlan.