Í hesum døgum er Fíggjarbúskap flokkurin á Hægri Námi í Grønlandi, har tey saman við einum flokki á Ninuuk skúlanum arbeiða við eini verkætlan.

Hægri Nám á Glasi og skúlin Niuernermik Ilinniarfik (Ninuuk), hava í seinastuni havt eitt ávíst samstarv, og seinasta árið hava skúlarnir samstarva um útbúgvingina Fíggjarbúskapur. Glasir hevur flutt alla undirvísing hjá flokkinum til Grønlands í eina viku, har tey saman við grønlendska flokkinum hava arbeitt við at greina bústaðarmarknaðirnar í Nuuk og Tórshavn. Grønlandski flokkurin kemur til Føroya í Oktober.