135 MILLIÓNIR Í UMSETNINGI. 250 STARVSFÓLK. 1.500 NÆMINGAR OG LESANDI. 20.000 FERMETRAR. SEKS DEILDIR. YVIR 20 YMSAR ÚTBÚGVINGAR. EIN FÍGGJARFULLTRÚI. ER TAÐ TÚ?
Fíggjardeildin á Glasi søkir eftir fíggjarfulltrúa, sum hevur áhuga fyri at arbeiða við fíggjarætlanum, fíggjarstýring og rakstri. Tínar yvirskipaðu uppgávur fevna m.a. um at skipa og góðskutryggja rakstur og stýring av fíggjarætlanini og at ráðgeva leiðslu um fíggjarliga raksturin. Hetta er eitt avbjóðandi og spennadi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.
TÍNAR UPPGÁVUR FEVNA M.A. UM:
• At hava eftirlit við- og skipan av bókhaldinum og roknskaparøkinum
• At leggja fíggjarætlanir saman við fíggjarleiðaranum
• Fíggjarstýring
• Gera framrokningar av fíggjarætlanini og fylgja gongdini
• Ansa eftir, at reglur og mannagongdir verða fylgdar
• Roknskaparreglugerð
• At ráðgeva um fíggjarspurningar
• Aðrar uppgávur innan fíggjarøkið
VIT VÆNTA, AT TÚ HEVUR:
• Hægri útbúgving innan búskap og fíggjarstýring, í minsta lagi á BA-støði, HD 2. part ella líknandi
• Góðan kunnleika til búskaparskipanir
• Góðan telduførleika og royndir við forritinum Excel
• Góðan málsligan førleika
• Góð evni at samstarva, arbeiða sjálvstøðugt og tillaga teg til broytingar
UM FÍGGJARDEILDINA Á GLASI
Á fíggjardeildini á Føroya størsta útbúgvingarstovni starvast fimm fólk. Fíggjarleiðarin hevur yvirskipaðu leiðsluna av deildini, og sum fíggjarfulltrúi verður tú næstur honum og fært, saman við dugnaligum starvsfeløgum, ein týðandi leiklut í at skipa arbeiðið á fíggjardeildini og at stýra samlaðu játtanini á Glasi. Á deildini brúka vit búskaparskipan landsins (BSL) at stýra fíggjarliga rakstrinum.
LØNAR- OG SETANARTREYTIR
Starvið, sum er fulla tíð, verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.
UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN
Um tú ynskir fleiri upplýsingar kanst tú seta teg í samband við Janus Isfeldt á fíggjardeildini á tlf. 210330 ella við at skriva til jai@glasir.fo. Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal sendast í telduposti til starv@glasir.fo og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 22. juli 2019. Umsóknin kann eisini sendast við posti til: Glasir / Postrúm 218 / Janusargøta 3 / FO-110 Tórshavn
(Starvið verður endurlýst, tí ov fáar umsóknir komu inn, tá fyrra umsóknarfreistin var úti tann 24. juni 2019.)