Týsdagin 7. juni vóru Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hjúnafelagar teirra og eitt fylgi av embætisfólkum og miðlafólkum á vitjan á Glasi. Vitjanin byrjaði stundisliga kl. 11:15, tá bilafylgið steðgaði uttanfyri Glasir. Vitjanin var neyvt skipað og stýrd, og alt gekk sum eftir ánni. Fyrst steðgaði fylgið í atrium. Síðani gekk leiðin upp á 5. hædd, har nakrar av skapandi lærugreinunum halda til – m.a. tilvirkisatstøði og klædnaatstøði. Síðani vitjaðu tey náttúruvísindaligu lærugreinarnar á 6. hædd. Hagani gekk leiðin oman á verkstøðini, har tey m.a. steðgaðu á maskin-, metall- og timburverkstøðunum. Felagsmynd varð tikin í atrium, áðrenn fylgið stundisliga kl. 12:15 fór í bilarnar, ávegis til aðrar vitjanir.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá vitjanini á Glasi.