Hvussu síggja nýhugsað postkort úr Suðuroy út, ella sci-fi dystopi í einum klassiskum málningi? Ber tað til at tulka ovurhonds stóra trýstið á ungdómin í dag í skrelli?
Kom oman í gallarí 104 og vitja fjølbroyttu framsýningina hjá næmingum í myndlist b við hesum og fleiri øðrum verkætlanum, sum tey sjálvstøðugt hava tikið tøk við. Á framsýningini síggjast eisini fleirlitað prent, ið krevja neyvt gjøgnumhugsað arbeiði.
Opið er frá mánadegi 8. mai – fríggjadag 12. mai í høli 104. Vælkomin.