Fríggjadagin 12. oktober kl. 11:45 fara frisørlærlingar og klædnaatstøðingar á Glasi at hava mótasýning, har frá 50’ini eru tema. 10 kvinnur og 10 menn fara at vísa klæðir, hár og make-up fram, sum er frá ella íblást frá 1950unum. Sýningin, sum varir millum 20 og 25 minuttir, verður á ymsum hæddum í Atrium – og har verða sansaupplivingar fyri bæði eygu og oyru.

Vit fara at taka myndir og video av sýningini, og øll – næmingar, starvsfólk, almenningur – eru vælkomin.