Hevur tú avbjóðingar við støddfrøði? Kennist tað, sum grundarlagið hjá tær er ov veikt? So er hetta skeiðið júst nakað fyri teg, sum skal byrja á miðnámi. Endamálið við skeiðinum er at kveikja áhugan fyri støddfrøði hjá næmingum, sum hava torført við at læra støddfrøði.

Skeiðið er ætlað næmingum, sum byrja á miðnámi nú í summar 2024. Støðið er 9. flokk og markamótið til miðnám. Vit ásanna, at næmingar, sum velja hetta skeiðið, hava havt støddfrøði í 9 ár uttan rættiliga at hava skilt støddfrøðina. Vit fara tí at undirvísa á ein fevnandi og rannsakandi hátt, har næmingurin upplivir sjálvur at finna svarini og fær sjálvsálit innan støddfrøði.

Næmingarnir koma millum annað at arbeiða við:

Trigonometri: Sinus, Cosinus & Pythagoras
Prosentrokning
Líkningum

Skeiðið er í tveimum umførum. Fyrra umfar er 23. – 26. juli (4 undirvísingardagar) og seinna umfar 31. juli – 2. august (3 undirvísingardagar).

Hvør undirvísingardagur byrjar kl. 09.00 og endar kl. 14.30.

Kostnaðurin er kr. 2.900,-

Tilmelding umvegis heitta leinkið

Skeiðið verður fyriskipað av Skeiðsdeplinum. Rokning verður send skeiðsluttakarum, áðrenn skeiðið byrjar.

Freistin at melda til er 17-06-2024