FYRIREIKINGARSKEIÐ Í STØDDFRØÐI (longd tilmeldingarfreist)

7. juni 2018

Skeiðslýsingin:

Hevur tú uppgivið at læra støddfrøði? Kennist tað, sum grundarlagið hjá tær er ov veikt? So er hetta skeiði júst nakað fyri teg, sum skal byrja á miðnámi.

Endamálið við skeiðinum er at kveikja áhugan fyri støddfrøði hjá næmingum, sum hava uppgivið at læra støddfrøði.

Skeiðið er ætlað næmingum, sum byrja á miðnámi í summar. Tí svarar støðið til 9. flokk og markamótið til miðnám. Vit ásanna, at næmingar, sum velja hetta skeiðið, hava havt støddfrøði í 9 ár uttan at hava fangað støddfrøðina. Vit fara tí at undirvísa á ein umfevnandi og rannsakandi hátt, har næmingurin upplivir sjálvur at finna svarini og at fáa sjálvsálit innan støddfrøði.

Næmingarnir koma millum annað at arbeiða við:

Trigonometri: Sinus, Cosinus & Pythagoras
Prosentrokning
Líkningum

Luttakararnir verða skipaðir í 3 ymisk lið við 15 luttakarum á hvørjum liðið. Liðið arbeiðir síðani við einum evni í 3 dagar.

Skeiðið er 31. juli til 14. august, klokkan 9-15
Stað: Á Glasi (stað kunngjørt luttakurunum seinni)
Skeiðsluttakarapláss: 45
Prísur: 2.500 kr.
Tilmeldingarfreist: 20. juni 2018

Tekna teg til skeiðið her ella á knøttinum í høgra borði.

Skeiðið verður fyriskipað av Skeiðsdeplinum. Rokning verður send skeiðsluttakarum áðrenn skeiðið byrjar.
Undirvísarar: Krisjan Christiansen, Ingolvur Gunnarson og Sámal Kristiansson.