Í dag fekk Anna Margit Gotved Petersen húgvuna á høvdið sum ársins fyrsti studentur á gymnasialum miðnámi á Glasi. Anna Margit, sum hevur gingið í 17b, var uppi í samfelagsfrøði, og hon fekk ein góðan og væl uppibornan endi á trimum árum á Glasi. Hon er fyrsta pisa í síðsta árganginum, sum byrjaði í Hoydølum og fyrsta pisa í einum ári og próvtøkutíðarskeiði, sum hevur verið heilt øðrvísi enn øll onnur ár. Korona, sóttarhald, frástøða, fjarundirvísing og alt tað, sum hevur merkt várið fær tó ikki tikið nakað av gleðini á stóra degnum, tá húgvan kemur á høvdið.

Vit á Glasi ynskja Onnu Margit og hennara kæru hjartaliga til lukku.