So er diplomið fyri 1. umfar av Georg Mohr kappingina endiliga komið í hús!

Av teimum 1142 næmingar í kongaríkinum, ið luttóku í ár, var diplom bert givið luttakarar við 10 ella fleiri stigum (top 187). Í ár skuldu heili 15 stig til fyri at koma víðari til næsta umfar, og hóast ongin av luttakarunum frá Glasi megnaði at koma víðari, so vóru føroysku úrslitini nakað at verða errin av. Millum annað skoraði Djóni D. Iskasen úr 20q 10 stig og fekk sostatt eitt diplom handað í dag av Mortan Janusarson Thomsen, ið hevur skipað fyri føroysku luttøkuni á Glasi.

Mortan ynskir øllum luttakarunum til lukku við tí góða úrslitinum og vónar at síggja líka nógvar dugnaligar og ídnar næmingar til GM komandi ár.

Føroyska úrslitið fyri GM kappingina 2022 síggjast her: