Fulltíðar útbúgvingar
Glasir bjóðar út tvær fulltíðar útbúgvingar í heyst. Tann fyrra er Fíggjarbúskapur, sum umframt at vera ein breið yrkisakademisk útbúgving innan búskap, gevur tí lesandi møguleika, at nema sær servitan innan fíggjargeiran. Serliga innan banka- og tryggingarvirksemi og sethúsasølu. Útbúgvingin tekur tvey ár, íroknað starvsvenjing. Umframt at geva vinnuførleikar innan nevndu øki, gevur hon eisini atgongd til framhaldandi lestur, millum annað 1,5 ára avriksflutning á HA.
Glasir bjóðar eisini út útbúgvingina Byggitøkni, sum somuleiðis er ein yrkisakademisk útbúgving, sum tekur 2 ár. Hon er viðkomandi fyri tann, ið hevur áhuga í, at arbeiða við byggiverkætlanum, frá hugskoti til klárt er at byggja. Útbúgvingin gevur beinleiðis verkligar førleikar, men eisini 1,5 ára avriksflutning til Byggifrøði, sum Glasir og VIA University samstarva um.
Umsóknarfreistin til Fíggjarbúskap og Byggitøkni er 1. juni umvegis www.glasir.fo.
Parttíðar útbúgvingar
Glasir tekur upp nýggjan flokk á HD í summar. HD 1. partur, sum tekur tvey ár og er ein grundútbúgving innan vinnubúskap, verður boðin út í samstarvi við Århus Universitet. Undirvíst verður í Føroyum. Á HD 2. parti ber til, at nema sær sergrein innan roknskap, marknaðarførslu ella fíggjarliga ráðgeving. Undirvísingin er skipað sum fjarlestur í samstarvi við Århus Universitet.
Glasir bjóðar somuleiðis tríggjar spennandi útbúgvingar á Akademi økinum. Útbúgvingarnar nevnast Altjóða Handil og Marknaðarførsla, Búskapur og Tilfeingi og so Leiðsla. Byrjað verður við trimum nýggjum flokkum í heyst.
At enda kann nevnast, at tað ber til at tekna seg til Diplom Útbúgvingina í Leiðslu, sum byggir omaná akademiútbúgvingarnar, umframt aðrar hægri útbúgvingar. Diplomútbúgvingin í leiðslu er javnsett við bachelor útbúgvingar. Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur og tekur umleið 2½ ár. Útbúgvingin gevur framúr førleikar innan leiðslu.