Vikuskiftið 30. og 31. januar hava umboð fyri Glasir verið á ráðstevnu í Keypmannahavn. Hjørdis Reistrup og Kristina Halgaklett hava verið næmingaumboð, og Paula Gaard, Sanna Maria Klein og Eyðstein Simonsen vóru lærara- og leiðsluumboð.
NordUng er eitt tíðaravmarkað tiltak, sum universitetið í Keypmannahavn samskipar við stuðli frá A.P. Møller-grunninum. Endamálið er at menna undirvísingartilfar á plattforminum “Norden i skolen”. Lærarar á skúlunum framleiða undirvísing, sum aðrir lærarar kunnu nýta við tí endamáli at fremja tað norðurlendska í undirvísingini og á tann hátt at skapa ein felags norðurlendskan samleika.
Á ráðstevnuni varð nógv tosað um, hvussu tað norðurlendska ella Skandinavia altíð á ein ella annan hátt hevur verið knýtt at hvørjum øðrum. Ofta verður tosað um tað neyðuga í at standa saman, tá londini í norðanlondum eru so smá, men sum Hassan Preisler, kendur frá podvarpinum ”Norsken, svensken og dansken” segði í síni skemtiligu framløgu, so kunnu norðanlond saktans standa saman og halda saman, hóast eingin uttanfyristandandi makt hóttir. Vit hava nógva mentan og søgu, sum knýtir okkum saman.
Hjørdis og Kristina vóru millum annað í einum úrvali, har tær skuldu koma við hugskotum til at fremja tað norðurlendska, og har komu nógv góð boð á borðið. Eftir framløguna settust lærarar saman at tosa um hugskotini, og tá komu nógv ymisk góð hugskot á borðið, sum nú sveima í luftini og kanska verða til okkurt spennandi samstarv. Bæði lærarar og næmingar lata væl at, og tað hevur verið stuttligt at verða betri til at tosa tey ymsu norðurlendsku málini.
Á Glasir heldur arbeiðið við NordUng fram heilt til juni 2026. Við í átakinum eru Sanna Maria Klein, Paula Gaard, Heðin Lamhauge, Jákup í Horni, Jóhan Tausen og Maria K. Hansen. Longu nú er møguligt at fara inn á nordeniskolen.org og finna tilfar.





