GLASIR: REINGERÐARFÓLK Í FAST STARV

18. desember 2020

Hevur tú hug og hegni til at gera reint og royndir innan reingerð, so hava vit starvið til tín. Vit søkja eftir reingerðarfólki til Glasir at byrja sum skjótast. Vit bjóða fast starv, fasta løn, fulla tíð, og arbeiðstíðin er í dagtímunum. Arbeiðsdagurin er í stóran mun í vanligari arbeiðstíð teir dagar, skúlagongd er.

Hjá tí, sum settur verður, leggja vit dent á eginleikar sum arbeiðssemi, álit, nærlagni og evni at samstarva. Tað er ein fyrimunur, um tú ert von/vanur við reingerðararbeiði.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Sólruna Djurhuus á tlf. 25 00 59.

Skrivligar umsóknir við møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til Egon Øregaard, ego@glasir.fo, og skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 04. januar 2021.