Søkt verður eftir reingerðarfólkum til Glasir, at byrja skjótast gjørligt. Talan er um fastlønt, fulltíðarstørv.
Arbeiðsdagurin er í stóran mun í vanligari arbeiðstíð. Arbeitt verður vanliga teir dagar, tá skúlagongd er – tó verður tað partvíst arbeitt frá kl. 13.

Vit leggja dent á, at tey, ið sett verða, eru røsk, álítandi, nærløgd í sínum arbeiði og hava góð samstarvsevni. Royndir við reingerðararbeiði eru ein fyrimunur fyri umsøkjararnar.
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Sólrun Djurhuus á tlf. 250059.
Skrivligar umsóknir við møguligum viðmælum skulu sendast til  ego@glasir.foí hendi í seinasta lagi mánadagin 15. oktober 2018.