1.500 LÆRLINGAR, NÆMINGAR OG LESANDI. 260 STARVSFÓLK. 25.000 M2. ABA. ABS. ABV. RÚMVENTILATIÓNSSKIPANIR. HITASKIPANIR OG -STÝRINGAR. BRUNA- 0G ÁVARINGARSKIPANIR. RAKSTUR. VIÐLÍKAHALD … UM TÆR DÁMAR AT ARBEIÐA VIÐ BYGNINGUM OG FRAMKOMNUM SKIPANUM OG STÝRINGUM, SO FINNUR TÚ NEYVAN EINA STØRRI AVBJÓÐING ENN STARVIÐ SUM TEKNISKUR LEIÐARI Á GLASI.
STARVSØKI OG ÁBYRGD
Starvið sum tekniskur leiðari á Glasi er fjølbroytt, spennandi og avbjóðandi. Saman við starvsfólkunum á tekniska økinum skalt tú tryggja, at karmarnir kring okkara kjarnuvirksemi – undirvísing, læring og útbúgving – virka væl.
Tú fært ábyrgd fyri dagligum rakstri og viðlíkahaldi av bygningum og økjum kring bygningarnar. Okkara bygningar
– umleið 25.000 m2 til samans – rúma framkomnum skipanum og stýringum, sum tú fært ábyrgd fyri. Tú fært starvsfólkaábyrgd fyri 18 fólkum, sum arbeiða við rakstri, viðlíkahaldi og reingerð av bygningunum
TÍNIR FØRLEIKAR
Við teimum fjølbroyttu uppgávunum og ábyrgdarøkjunum, sum starvið fevnir um, er neyðugt og ynskiligt, at tú hevur góðar formligar førleikar, holla vitan og munagóðar royndir. Tað er krav, at tú hevur nomið tær útbúgving sum eitt nú maskinmeistari, el-innleggjari ella líknandi. Tað kemur tær ikki aftur um brekku, um tú frammanundan hevur handverkaraútbúgving, sjálvt um tað ikki er krav. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til stýringar av sjálvvirkandi skipanum, eitt nú ABA, ABS, ABV, rúmventiltiónsskipanum, hitaskipanum og -stýringum og lásaskipanum. Arbeiðsroyndir við slíkum skipanum koma tær eisini til fyrmuns. Vit vænta, at tú í ávísan mun hevur leiðsluroyndir, at tú kanst taka sjálvstøðugar avgerðir og at tú samstarvar væl við onnur.
UM STARVIÐ
Tekniski leiðarin á Glasi vísir til umsitingarstjóran. Starvið, sum er fulltíðarstarv, verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið ella avvarandi yrkisfelag. Meira fæst at vita um starvið hjá Janusi Isfeld, umsitingarstjóra. Send honum tedupost á jai@glasir.fo ella ring (+298) 210330.
UMSÓKN
Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til jai@glasir.fo í seinasta lagi mánadagin tann 22. november 2021 á middegi, kl. 12:00. Starvsbyrjan er 1. januar 2022 ella skjótast gjørligt hareftir.
Niðanfyri kanst tú lesa meira um økið, starvið er partur av
BYGNINGSUMSITINGIN Á GLASI
LYKLATØL OG UPPLÝSINGAR
Á Glasi er umleið 260 starvsfólk, um 800 næmingar á gymasialum miðnámi, 500 næmingar og lærlingar á yrkisnámi og 200 lesandi á hægri námi. Lendisvíddin á Glasi er er umleið 48.000 m2. Glasi húsast í trimum bygningum, ið tilsaman eru 25.000 m2. Høvuðsbygningurin er um 20.000 m2, skúlaheimið um 3.000 m2 og reyði bygningurin um 2.000 m2.
TÝÐANDI INSTALLATIÓNIR:
- ABA anlegg í øllum trimum bygningum (t.d. uml. 900 brunasensorar í høvuðsbygninginum)
- jarðhitaskipan við 23 jarðholum
- hitaendurvinningarskipan, ið endurvinnur týðandi part av hitanýtsluni á Glasi
- rúmventilatiónsskipanir í øllum trimum bygningum
- 5 lyftur til fólk og ein vørulyfta
- ídnaðarkøkar bæði í høvuðsbygninginum og á Skúlaheiminum
- verkstøð innan eitt nú timbur, maskin, rør og blikk, bil og el
- umleið 60 skúlastovur
- neyðstreymsanlegg
TEKNISKUR LEIÐARI
Tekniski leiðarin á Glasi stendur – saman við starvsfólkunum á tekniska økinum – fyri at tryggja, at karmarnir kring okkara kjarnuvirksemi – undirvísing, læring og útbúgving – virka væl. Niðanfyri eru arbeiðsøki og – uppgávur
HØVUÐSARBEIÐSØKI
- at hava yvirlit yvir tekniska økið, bygningarnar og teknisku installatiónirnar
- at tryggja, at bygningar, installatiónir og øki kring bygningarnar virka væl og lúka lógarkrøv
- rakstur og viðlíkahald – viðlíkahaldsbýtið ímillum Landsverk og Glasir (Markamót) er lýst í vegleiðing
- at gera avtalur við veitarar og myndugleikar
- at hava fíggjarliga ábyrgd fyri
- at ráðgeva og vegleiða leiðsluni um virkisøkini hjá tekniska leiðaranum
HØVUÐSUPPGÁVUR
- ábyrgd av fíggjarætlanini fyri tekniska økið
- starvsfólkaleiðsla
- støðug menning av tekniska økinum
- jarðitaskipan og hitaendurvinning
- luftskiftisskipan
- reingerð
- trygd, herundir m.a.:
- ABA anlegg og tilhoyrandi útgerð
- neyðstreymur
AÐRAR UPPGÁVUR
- kavarudding
- parkeringsviðurskifti
- fast umboð í trygdarnevndini
- luttøka á deildarleiðarafundum
- regluligt samskifti við rektara, stjórar og deildarleiðarar
- samskifta við Landsverk, m.a. um viðlíkahaldsbýtið
- stóru parkeringsøkini og atkomuvegirnir hoyra til virkisøkið hjá tekniska leiðaranum.