Týsdagin 24. februar 2021, stóðu hesir lærlingar innan hárfríðkan sveinaroyndina á Glasi. Sveinaroyndin hevur verið yvir tveir dagar, har lærlingarnir hava verið ígjøgnum 10 ymiskar lærugreinar innan fakið hárfríðkan. Seinasta lærugreinin var Frisering. Á myndini síggjast tær saman við modellunum sum tær hava fríðkað til próvtøkuna.

Tær sum hava staðið sveinaroyndini innan hárfríðkan eru hesar.

Emilia Marnadóttir Zachariassen sum hevur staðið í læru hjá Vera Klipt
Eyðhild S. Holm sum hevur staðið í læru hjá Salong Júniik
Maria Sørensen sum hevur staðið í læru hjá Salong Una
Rebekka Ósá Petersen sum hevur staðið í læru hjá Køtlum Hárfríðkan
Rósa Erlingsdóttir Petersen sum hevur staðið í læru hjá Euphoria Salong
Sóley Witt Falkvard sum hevur staðið í læru hjá Salong Annika
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við sveinaroyndini.

Á myndunum niðanfyri síggjast nýggju sveinarnir, sveinarnir við teirra modellum og so eisini lærumeistararnir, sum hava haft nýggju sveinarnar í læru.